Hat-trick til Jákup

Nú meðan eingilskmenn spældu sum nissur, so kom 6 ára gamli Jákup heim frá sínum fyrsta fótbóltsdysti. Fyri B68 á útivølli ímóti NSÍ, 5 av Toftum ímóti 13 av teimum. Jákup skoraði øll 3 málini, tað seinasta liggjandi flatur á vøllinum. Og hevur gullið við heim sum prógv. Eg skilji einki.

17062010018

Hann var farin saman við foreldrunum hjá Dávid, tí at hvørki eg ella Lis høvdu tíð ella orku til hetta beint nú. Og hevði valt ein føðingardag frá, fyri heldur at fara at sparka. Tað var umleið tá ið hann valdi føðingardagin frá, at ketan hjá mær hoppaði av.

Nú svevur hann nokk hjá ommu, við medaljuni við songarstokkin, kolbláur tí at onkur runavíkingur tacklaði hann allatíð. Ynskir sær beinskinnarar,  sum Lis og eg ikki ordiliga hava tikið okkum saman til at keypa enn. Og er ikki ein gang serliga stórur, í mun til hinar.

Hvørki Lis ella eg duga at sparka, so eg giti at tað má vera okkurt úr Gøtu. Serliga tí at hann viðmerkti um næsta dyst, at “næstu ferð skulu vit berjast ímóti …”

Trackback URL


2 Comments on "Hat-trick til Jákup"

  1. Anna E. Gøte
    19/06/2010 at 12:02 am Permalink

    Raskur drongur. Men Rókur hann er bara 6 ár.

  2. Rókur Í Jákupsstovu
    19/06/2010 at 2:59 am Permalink

    Á OK. Takk fyri Anna E., gott at onkur telur :-)

Hi Stranger, leave a comment:

ALLOWED XHTML TAGS:

<a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

Subscribe to Comments